Um Tøkni
Tøkni hevur veitt føroyskar talgildar loysnir til altjóða og føroyska marknaðin síðani 2000, og niðanfyri er ein stutt lýsing av arbeiðsøkjunum hjá okkum.
Fyrsta stigið, tá ein telduskipan verður ment, er at staðfesta tørvin og at gera greitt, hvussu brúkaraupplivingin skal vera. Í Tøkni gera vit nógv burtur úr at draga brúkaran inn í menningartilgongdina, og gera prototypur í samstarvi við brúkararnar, og brúka tað sum grundarlag fyri forritanini.

Fyri at fáa teldurnar at gera, sum vit vilja, er neyðugt at forrita tær. Í Tøkni forrita vit bæði samvirknar heimasíðuskipanir, appir á fartelefonum og servaraskipanir. Vit hava nógvar royndir við at forrita einfaldar og framkomnar heimasíður, visualiseringsamboð, læringsspøl og kompleksar fyrisitingarligar skipanir, men hava eisini royndir við øðrum uppgávum.

Feilir kunnu vera í øllum forritum, og fyri at økja um góðskuna á telduskipanum, er neyðugt við góðskutrygging. Í Tøkni leggja vit okkum eftir at testa alt, ið vit forrita. Hetta verður gjørt við test-drivnari menning og harumframt hava vit førleikar at stýra yvirskipaðu góðskutryggingartilgongdini í størri verkætlanum.

Skal ein talgild loysn eydnast, er neyðugt at menningartilgongdin frá hugskoti til rakstur er skipað væl. Í Tøkni brúka vit bæði siðbundna verkætlanarleiðslu og fima menning, alt eftir uppgávunum. Vit taka okkum eisini av at reka skipanir, bæði tøkniliga og umsitingarliga. Vit hava harumframt royndir við samskifti og útbreiðslu av granskingarúrslitum.
